Snarslóðir

Viðgerð á Blákrossheiminum



Blákrossheimið í Tórshavn er ein viðgerðarstovnur fyri fólk við rúsdrekkatrupulleikum. Heimið byrjaði virksemi sítt í 1984 og er góðkent sum viðgerðarstovnur av Føroya Landsstýri.
 
Á Blákrossheiminum, ið hevur pláss fyri 15 innskrivaðum í senn, starvast leiðari, sálarfrøðingur, lækni, sjúkrasystir, sjúkrahjálpari, prestur og fleiri onnur hjálparfólk við royndum innan viðgerð av rúsevnismisnýtslu.
 
Á heiminum fæst avrúsing, viðgerð og eftirviðgerð. Dentur verður lagdur á trivnað og góðan felagsskap í kristnum umhvørvi við samrøðum, samanspæli og samveru.
 
Eftirviðgerð:
Fyri at fylgja upp og styrkja úrslitið av viðgerðini, bjóða vit ymisk sløg av eftirviðgerð, soleiðis at aftaná viðgerð ber til at koma til samrøður og í bólk og arbeiða víðari frá teirri nýggju byrjan, ið sjálv viðgerðin vónandi gjørdist. Hesa eftirviðgerð bjóða vit í upp til eitt ár.
 
Ambulant viðgerð:
Rúsevnismisnýtarar, avvarðandi ella onnur, ið ikki vilja ella hava fyri neyðini at verða innskrivað á heimið, eru altíð vælkomin at ringja til okkum og avtala eina tíð til samtalu.
 
Familjuviðgerð:
Rúsevnismisnýtarar ávirka alla familjuna; tí leggja vit eisini stóran dent á, at øll familjan hevur møguleika at tosa við okkum og fáa vegleiðing og stuðul.

Les meira um viðgerðina á Blákrossheiminum í skjalinum niðanfyri. 

Blákrossheimið
Lynggøta 12
100 Tórshavn
Tlf. 315575 · fax 315567
Teldupostur: blakrossheimid@blakross.fo

 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook