Stuðla Gerst limur
770 700

Upprunan til Bláa Kross finna vit í Sveits, ár 1877. Presturin Louis Lucien Rochat hitti mong, ið vóru bundin av rúsdrekka, og kendi seg kallaðan at byrja eitt hjálpararbeiði millum hesi. Í dag finnur tú Bláa Kross í umleið 40-50 londum, serliga í Evropa og Afrika. 

Blái Krossur Føroya Blái Krossur byrjaði sítt arbeiði í Føroyum tann 18. november í 1904. Blái Krossur Føroya er ein grein av Altjóða Blákrossarbeiðinum (International Federation of Blue Cross, IFBC). Felagsskapurin virkar út frá fólkakirkjunnar evengeliska-lutherska grundarlagi, har dentur verður lagdur á gleðiboðskapin um Guds kærleika til okkum menniskju, ta kristnu siðalæruna og skyldu okkara at elska hvønn annan, og hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Limir í Bláa Krossi Føroya hava valt fullkomið fráhald frá rúsdrekka og rúsevnum, til tess at vísa virðing og samanhald fyri teimum, ið hava verið ella eru rúsbundin. 

Tú kanst lesa meira um søguna hjá Bláa Krossi Føroya í ritinum, sum varð gjørt, í samband við at arbeiðið hjá felagsskapinum í Føroyum gjørdist 100 ár: Blái Krossur 100 ár 

Lønt og sjálvboðin fólk Blái Krossur hevur í dag umleið 20 lønt og 300 ólønt starvsfólk í felagsskapinum. Lønt starvsfólk arbeiða m.a. við umsiting og fyribyrging, meðan tey óløntu arbeiða sjálvboðið m.a. í búðunum.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.