
Lat møblar og lutir til endurnýtslu
Spurningar um møblar, lutir og sølu
Her finnur tú teir mest spurdu spurningarnar, ið vit fáa um handlarnar og klæðini, ið verða latin inn. Skriva ella ring endiliga til okkara, um tú ikki fært svar uppá tín spurning her. Trýst á her fyri at síggja telefonnummur og Facebook síður hjá handlunum.
Blái Krossur hevur tveir endurnýtsluhandlar, ið selja møblar og lutir. Annar eru í Saltangará og hin er í Sandavági.
Blái Krossur fær nógvar møblar og lutir hvønn dag. Hetta kann latast inn í handlunum í Sandavági ella Saltangará ella í eina av okkara bingjum á skrelliplássinum á Toftum, Strondum ella Runavík, tá tey eru opin.
Alt, ið kemur inn, verður síðani skilt sundur av okkara røsku sjálvbodnu arbeiðsfólkum.
Tað hevur týdning, at møblarnir og lutirnir, tú letur inn, eru reinir og væl hildnir. Vit taka ikki ímóti møblum og lutum, ið eru sera skitnir, vátir ella í ringum standi.
Allir møblar og lutir, ið koma inn, vera síðani skildir sundur í leikur, møblar, bøkur og so framvegis, og lættliga reinsaðir, um tørvur er á tí, av okkara røsku sjálvbodnu arbeiðsfólkum.
Møblarnir og lutirnir verða seldir í okkara handlum, og yvirskotið frá søluni fer til okkara hjálpararbeiði. Yvirskotið hevur síðstu árini verið umleið 2 milliónir krónur um árið.