Blái Krossur vitjar juniorar á Strondum
26. mar. 2018
Blái Krossur vitjar junior arbeiði
Hósdagin 15. mars vitjaði Blái Krossur juniorarbeiðið í missiónshúsinum á Strondum.
Alisa Hammer, leiðari á fyribyrgingardeildini, og Lív Justinussen, fyribyrgingarráðgevi, greiddu m.a. frá, um at vera ein góður vinur, bólkatrýst og at vera limur í BKU (Blákrossungdómur).
Eisini bleiv tosað um, hvar tey kunnu søkja sær hjálp, tá rúsur fyllir ov nógv í heiminum og hvussu tey læra at seta mørk og ansa sær sjálvum.
Bláa Kross á vitjan?
Ynskir tú at Blái Krossur vitjar junior- ella ungdómsarbeiði, so set teg í samband við Bláa Kross.