
Viðtøkur og reglugerð
Ovasti myndugleiki hjá Bláa Krossi Føroya er aðalfundurin. Aðalfundurin velur landsnevnd, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av arbeiðinum. Limirnir hjá Bláa Krossi eru sendiharrarnir í gerandisdegnum. Umframt limirnar hevur Blái Krossur starvsfólk (bæði lønt og ólønt), sum brúka sínar førleikar, tíð og orku fyri at náa teimum málum, ið Blái Krossur hevur sett sær.