Stuðla Gerst limur
770 700

Børn og familjur

Títt Rúm

Barna- og tannáringabólkar

Títt Rúm hevur eitt bólkatilboð til børn og ung, sum eiga foreldur, ið hava ella hava havt rústrupulleikar. Øll í aldrinum 9-35 ár kunnu melda seg til bólk, har tey eru saman við øðrum, sum eisini eru uppvaksin við rústrupulleikum heima. Bólkarnir verða býttir soleiðis at luttakararnir eru so javnir í aldri sum gjørligt. 

Foreldrasamrøður

Títt Rúm bjóðar foreldrum barnafokuseraðar samrøður. Tað kunnu vera foreldur, sum eru rúsbundin og/ella hava eina maka, ið er rúsbundin. Tá børn eru ov ung til bólkatilboðið (0-8 ár), bjóða vit serliga foreldrunum samrøður. Um børnini (9-17 ár) ganga í bólki, verða foreldrini altíð boðin til samrøður leypandi og eftir tørvi.

Familjusamrøður

Hjá Títt Rúm arbeiða vit familjuorienterað. Dentur verður lagdur á, at rústrupulleikar ikki einans ávirka tann, sum rúsar seg, men eisini tey rundanum. Tí bjóða við familjusamrøður eftir tørvi. 

Einstaklingasamrøður

Til tíðir eru børn, sum hava tørv á meira enn bólkatilboðnum. Títt Rúm bjóðar tí eisini einstaklingasamrøður eftir tørvi. Her kann barnið tosa um ymiskt, sum tað ikki ynskir at deila í bólki. Børn, sum ikki ynskja at koma í bólk, kunnu fáa einstaklingasamrøður, um mett verður, at hetta gagnar teimum. Einstaklingasamrøður kunnu eisini virka sum ein lopfjøl inn í bólkatilboðið.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.