
Blákrosshandlarnir
Tá tú keypir í okkara handlum hjálpir tú børnum, ungum og familjum í Føroyum
Blái Krossur Føroya hevur sjey handlar, har tað er møguligt at keypa klæðir, møblar, leikur og alskyns smálutir í endurnýtslu. Okkara arbeiðskraft í handlunum er sjálvboðin, og yvirskotið frá handlunum fer serliga til fyribyrgjandi arbeiðið Blái Krossur, ger ímillum børn, ung og familjur, umframt annað umsorganarvirksemi hjá Bláa Krossi.
Endurnýtsluhandlar um alt landið
Á kortinum niðanfyri sæst, hvar handlarnir hjá okkum eru. Við at trýsta á merkið á handlinum, sært tú upp- og afturlatingartíðir, staðseting, og hvussu tú fært samband við handilin.
Blákrossbúðin og Endurnýtslan í Saltangará
Heiðavegur 23
Fo-600 Saltangará
+298 770 710 – Blákrossbúðin
+298 770 720 – Endurnýtslan
Mán-frí: 10.00 – 17.30
Leyg: 10.00 – 14.00
Facebook síðan hjá Blákrossbúðini
Facebook síðan hjá Endurnýtsluni
Endurnýtslan í Sandavági
Giljavegur 40
Fo-360 Sandavági
+298 770 765
Mán-frí: 13.00 – 17.30
Leyg: 10.00 – 14.00
Endurnýtslan í Tórshavn
Niels Finsensgøta 20
Fo-100 Tórshavn
+298 770 750
Mán-frí: 10.00 – 17.30
Leyg: 11.00 – 14.00
Blákrossbúðin í Klaksvík
Klaksvíksvegur 65
Fo-700 Klaksvík
+298 217 108
Mán – Frí: 13:00 – 17.30.
Leyg: 10:00 – 14:00
Blákrossbúðin í Miðvági
Jatnavegur 39
Fo-370 Miðvági
+298 770 760
Mán – frí: 13.00 – 17.30
Leyg: 10.00 – 14.00
Blákrossbúðin á Tvøroyri
Valarabrekka 2
Fo-800 Tvøroyri
Messenger
Mán – frí: 13.00 – 17.30
Leyg: 10.00 – 14.00
Rudda út í tínum heimi og gev tíni klæðir og lutir til endurnýtslu!
Vit taka ímóti klæðum, skóm, seingjarklæðum, toystykkjum, møblum, leikum, elektriskum tólum og øðrum húsarhaldslutum.

Lat klæðir til endurnýtslu

Hugskot til nýnýtslu av klæðum

Hugskot til nýnýtslu av lutum

Lat møblar og lutir til endurnýtslu
Góðar grundir til at keypa klæðir og møblar í endurnýtslu
At keypa klæðir og møblar í endurnýtslu hevur nógvar fyrimunir í mun til at keypa nýtt. Endurnýtsla gevur tær møguleikan at skapa tín heilt egna og serstaka stíl, ið passar til tína persónligheit. Í mun til nýggjar vørur, ið eru hópframleiddar og vera seldar runt landið, so er tað tú keypir í endurnýtslu ofta one-of-a-kind. Hetta gevur tær møguleikan at standa burturúr í mongdini í einum heilt serstøkum klædnasetti, og tín persónligheit lýsur ígjøgnum í tínum heimi.
Og so er tað sjálvandi altíð møguligt, at blanda endurnýtslu við nýggja vøru og seta títt merki á og verða við til at skapa ein eindømisstíl.
Tað eru nógvir pengar at spara við at keypa í endurnýtsluhandlum. Sjálvt um okkara handlar selja retro og gamlar lutir og klæðir, selja teir eisini nógv, ið er nýtt (ella rímiliga nýtt) – men nógv bíligari. Og sjálvt um møblar ofta eru meira brúktir enn klæðir, eru teir reinir og dygdargóðir, og prísurin tekur fyrilit fyri sliti og smáskaðum. Tað er altíð vert at fara ein túr forbí okkara endurnýtsluhandlar at vita, hvat er at finna, áðrenn tú keypir tær nýtt.
Klædna- og toyframleiðslan er millum størstu ídnaðir, ið ovbyrja umhvørvið, og enn verður ein stórur partur av okkara klæðum koyrdur í skrell og brendur, tá vit ikki brúka tey meira. Tað verða árliga keypt fleiri kg av klæðum og toyi fyri hvønn persón í Føroyum, so tilsamans er hetta ein av størstu umhvørvisdálkingunum og nakað, vit í stóran mun hava ávirkan á.
Tað er tó gleðiligt, at meira og meira verður latið til endurnýslu, og við at lata til endurnýtslu er tú við at minka um umhvørvisdálkingina.
Í endurnýtsluhandlunum hjá Bláa Krossi fer yvirskotið av allari søluni til hjálpararbeiðið, ið Blái Krossur hevur. Tá tú letur møblar, lutir og klæðir inn til Bláa Kross heldur enn at koyra tað vekk, stuðlar tú eini góðari søk.