
Lat klæðir til endurnýtslu
Spurningar um handlarnar, klæðir og sølu
Her finnur tú teir mest spurdu spurningarnar, ið vit fáa um handlarnar og klæðini, ið verða latin inn. Skriva ella ring endiliga til okkara, um tú ikki fært svar uppá tín spurning her. Trýst á her fyri at síggja telefonnummur og Facebook síður hjá handlunum.
Blái Krossur hevur fimm endurnýtsluhandlar, ið selja klæðir. Teir eru í Tórshavn, á Tvøroyri, í Saltangará, í Miðvági og í Klaksvík.
Klæðini kunnu latast inn í ein av handlunum ella í eina av okkara bingjun (aftanfyri handilin í Tórshavn og niðanfyri handilin í Saltangará). Hvønn dag verður bingjan/kassin tømd fyri klæðir.
Tað hevur týdning, at klæðini tú letur inn eru rein og væl hildin. Vit taka ikki ímóti klæðum, ið eru skitin, vát ella í ringum standi.
Øll klæðini, ið koma inn, verða síðani skild sundur í damu-, harra-, barnaklæðir ella annað toy av okkara røsku sjálvbodnu arbeiðsfólkum. Blái Krossur fær nógvar sekkir av klæðum hvønn dag.
Klæðir verða seld í okkara handlum, og yvirskotið frá søluni fer til okkara hjálpararbeiði. Yvirskotið hevur síðstu árini verið umleið 2 milliónir krónur hvørt ár.
Størsti parturin av tí, ið ikki verður selt, verður nýtt til nýnýtslu í Ný Ný ella sendur av landinum til altjóða uppkeyparar, ið selja tað víðari til endurnýtslu ella nýnýtslu runt um í heiminum.
Niðanfyri sæst ein yvirlitsmynd, ið vísir hvussu toyið ferðast, og hvar tað, ið ikki verður selt, endar.
Myndir frá búðunum hjá Bláa Krossi Føroya
Búðin í Klaksvík
Ferðin hjá klæðunum, ið verða latin Bláa Krossi Føroya
Blái Krossur fær hvørt ár nógv tons av klæðum. Hetta eru vit sera glað fyri og seta stóran prís uppá, tí hetta er við til at fíggja ein stóran part av okkara virksemi. Vit hava gjørt eitt yvirlit, ið vísir hvat hendir við klæðunum, tá tey verða latin okkum. Vit ynskja so lítið burturkast sum møguligt og gera tí nógv burturúr fyri at minka hetta, millum annað við nýnýtslu.
